Heitið á verkætlanini er Mixed Disputes in International Dispute Settlement.
Fróðskaparsetrið skrivar, at BIICL er týdningarmikil bretskur granskingarstovnur, sum samstarvar við nógvar lærdar háskúlar um altjóðarættarlig viðurskifti.
Meira um BIICL her.
Til hetta arbeiðið hevur BIICL leitað sær hjálp frá professarum og advokatum úr ymiskum londum.
Bjørn Kunoy, adjungeraður professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, er fyrstnevndur ráðgevandi í nevndini, ið eisini telur sjey aðrar limir.
Bjørn Kunoy hevur útgivið fleiri vísindaligar greinar, ið viðgera týdningarmiklar tættir, sum henda BIICL-útgreiningin viðgerð. Hetta kemur fram í útgreiningini, sum í fleiri førum tekur útgangsstøði í framførslum, sum okkara adjungeraði professari hevur ført fram í ymiskum vísindaligum tíðarritum.
BIICL-útgreiningin sæst her











