Nýggj útvarpsrøð varpar ljós á bústaðarbygging

Í dag byrjar nýggj útvarpsstuttrøð í Kringvarpinum um bústaðarbygging og arkitektur í Føroyum.

Í dag klokkan 17.05 sendir Kringvarpið fyrsta partin av nýggju útvarpsstuttrøðini "Meiri enn tak yvir høvdið", sum setir sjóneykuna á bústaðarbygging í Føroyum.

 

Við støði í, at fleiri túsund nýggir bústaðir skulu byggjast komandi árini, verður spurt, hvussu byggjast kann við góðum arkitekturi og burðardyggum loysnum.

 

Í teimum fýra sendingunum verður vitjað hjá einum arkitekti hvørja ferð. Tey greiða frá egnum bústaði, vísa á dømi um góða bústaðarbygging í Føroyum og uttanlands og geva sítt boð upp á, hvussu framtíðar bústaðarbygging eigur at skipast.

 

Í fyrstu sendingini er Annie Heinesen gestur. Hon heldur, at býlingurin Dalabúð, sum Bústaðir hava bygt, er eitt gott dømi um væl eydnaða bústaðarbygging.

 

Sambært henni er hædd tikin fyri góðum arkitekturi, fólk eru raðfest fram um bilarnar, flestu bústaðirnir hava útsýni og atgongd til uttanduraøki, og býlingurin fellur væl inn í grannalagið.

 

Í hvørjari sending fáa arkitektarnir eisini eina serliga uppgávu, sum teir skulu royna at loysa undir sendingini.