Tað skrivar norska vinnublaðið E24 við støði í boðum frá fakfelagnum Fellesforbundet, sum hevur samráðst vegna kabinustarvsfólkini.
Umleið 500 starvsfólk kunnu verða fevnd av verkfallinum.
– Hetta vísir, at limaræðið í Fellesforbundet virkar. Tá limirnir í kabinuni fella semjuna, mugu vit sjálvandi virða ta avgerðina, sigur samráðingarleiðarin Dag-Einar Sivertsen.
Samráðingarnar um nýggjan sáttmála hava vart í fleiri mánaðir. Tær snúgva seg millum annað um løn, óregluligar arbeiðstíðir og ábyrgdina, sum kabinustarvsfólk hava fyri trygdini umborð.
Í juni vóru fleiri SAS-flogferðir avlýstar orsakað av trupulleikum í samráðingunum. Seinni varð semja fingin, men nú hava limirnir valt at vraka hana.
Kortini vónar Fellesforbundet framvegis, at semja kann fáast áðrenn leygardagin.
– Telefonirnar hjá okkum eru opnar samdøgrið runt, um mótparturin ynskir at taka samráðingarnar upp aftur, sigur Dag-Einar Sivertsen.
/ritzau/










