- Allir borgarar í Sjóvar kommunu fáa nú aftur møguleikan at velta eitt leigað lendi.
Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum eigur nakað av óbrúktum lendi.
- Ætlanin er, at partur av hesum lendi skal kunna gagna borgarunum í kommununi. Talan er um økið við Lághálsar á Strondum, úti móti Raktanga.
Sagt verður, at støddin á leiguøkjunum er 50 fermetrar, og leigan er 300 krónur um árið.
- Hugsanin er, at leiguøkini hóska væl til eplaveltu, men leigarin kann væl brúka økið til veltu av øðrum slag, eitt nú til grønmeti.
Sjóvar kommuna slær og burturbeinir deyðagrasið á leiguøkjunum í næstu viku, viku 17, og frá mánadegnum 27. apríl fær leigarin atgongd til økið.
- Ein velta kann leigast fyri hvørt húski. Um tú ynskir at leiga eitt øki, ber til at tilmelda teg á einari leinkju um heimasíðuna - www.sjovar.fo
Fólk kunnu eisini tilmelda seg við at ringja á telefon 232725.
- Vit ynskja, at øll - roynd sum óroynd - skulu hava møguleikan at velta, og tí fara vit í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær, siga tey í Sjóvar kommunu.










