- Hetta hevur verið ein av harðastu nætrunum, sum eg havi upplivað í ukrainska høvuðsstaðnum. Her hava verið harðar spreingingar at hoyra í fleiri tímar, sigur NRK-starvsfólk í Kyiv í morgun

Ógvuslig álop á Ukraina í nátt

Í minsta lagi 13 fólk eru dripin og út við 100 eru særd í russiskum álopum á Ukraina í nátt

 

- Hetta hevur verið ein av harðastu nætrunum, sum eg havi upplivað í ukrainska høvuðsstaðnum. Her hava verið harðar spreingingar at hoyra í fleiri tímar, sigur NRK-starvsfólk í Kyiv í morgun

Russland framdi umfatandi álop á Ukraina í nátt, og serliga vórðu russisku álopini vend móti ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, men russar lupu á víða um landið.

 

Norska kringvarpið, sum hevur fólk í Kyiv, veit at siga, at høvuðsstaðurin varð álopin við einari røð av rakettum og dronum í fleiri tímar í nátt, og eisini í morgun varð sagt frá nýggjum spreingingum í býnum. 

 

- Hetta hevur verið ein av harðastu nætrunum, sum eg havi upplivað í ukrainska høvuðsstaðnum. Her hava verið harðar spreingingar at hoyra í fleiri tímar, sigur NRK-starvsfólk í Kyiv í morgun.

 

Tað var longu tíðliga í nátt, at fyrstu fráboðaninar komu um spreingingar í Kyiv og borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, heitti á sínar íbúgvar um at søkja sær skjól.

 

Sagt verður, at fólk vaknaðu í morgun til stórar oyðileggingar í høvuðsstaðnum.

 

Sambært ukrainsku verjuni, brúkti russiski herurin í nátt 73 rakettir og fleiri enn 700 dronur í álopinum. Flestu av hesum vórðu skotnar niður, men kortini megnaðu fleiri rakettir og dronur at treingja ígjøgnum ukrainsku loftverjuna.

 

Í russiska uttanríkisráðnum verður í morgun váttað, at Russland í nátt framdi stórálop á fleiri mál í Ukraina, og Russland viðgongur eisini, at hypersoniskar rakettir vórðu brúktar í álopinum.

Í ukrainska høvuðsstaðnum mistu 140.000 fólk streymin, men fleiri hava longu fingið streymin aftur, sigur veitarin, DTEK, sambært Reuters.

 

Ukrainar siga, at higartil vita tey um 13, sum eru dripin og út við 100, sum eru særd í umfatandi álopunum í nátt.

 

 

 

 

 

- Hetta hevur verið ein av harðastu nætrunum, sum eg havi upplivað í ukrainska høvuðsstaðnum. Her hava verið harðar spreingingar at hoyra í fleiri tímar, sigur NRK-starvsfólk í Kyiv í morgun