Jude Bellingham skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og legði lunnar undir enska sigurin, meðan Harry Kane staðfesti sigurin við brotssparki í seinna hálvleiki.
Ongland spældi síðsta hálva tíman við tíggju monnum, eftir at Jarell Quansah fekk reytt kort, men megnaði kortini at halda stand, hóast Meksiko trýsti hart móti endanum.
Dysturin á Estadio Azteca í Meksiko býi varð útsettur í ein tíma orsakað av regni og toruslátti.
Meksiko legði betur fyri og hevði fyrsta stóra møguleikan, men Jordan Pickford bjargaði væl royndini frá Raúl Jiménez.
Tíggju minuttir undan steðginum avgjørdi Jude Bellingham nærum dystin við tveimum málum upp á minni enn tveir minuttir.
Fyrst stútaði hann Ongland á odda eftir upplegg frá Bukayo Saka, og stutt eftir var hann aftur á rætta staðnum og sendi tvørbólt frá Harry Kane í netið til 2-0.
Meksiko svaraði aftur beint undan steðginum, tá Julián Quiñones minkaði um munin til 2-1.
Í seinna hálvleiki gjørdist uppgávan hjá Onglandi truplari, tá Jarell Quansah fekk beinleiðis reytt kort fyri eina harða tackling.
Kort eftir fekk Ongland tó brotsspark, tá Anthony Gordon varð feldur í brotsteiginum. Harry Kane var tryggur úr ellivu metrum og økti til 3-1.
Men dramatikkurin var ikki av.
Eftir eitt VAR-kanning varð eisini Meksiko dømt brotsspark, tá Kane rakti Brian Gutiérrez í eini roynd at sparka bóltin burtur. Raúl Jiménez skoraði til 3-2.
Í síðstu minuttunum legði Meksiko alt fram í jagstranini eftir javnleiki, men enska verjan helt stand.
Ongland er sostatt klárt til fjórðingsfinaluna, har Erling Haaland og Noreg bíða. Noreg vann fyrr sunnukvøldið óvæntað 2-1 á Brasili.
/Ritzau/
Meksiko-Ongland
0-1 Jude Bellingham ('36 )
0-2 Jude Bellingham ('38 )
1-2 Julian Quinones ('42 )
1-3 Harry Kane, br. ('60 )
2-3 Raul Jimenez, br. ('69 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dramatiska dystinum í Meksiko býi.
Fjórðingsfinalan millum Noreg og Ongland verður leikt á Hard Rock leikvøllinum í Miami, leygarkvøldið klokkan 22.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











