Ein dystur var seinnapartin leiktur í ovara endaspælinum í betrideildini hjá kvinnum.
Við Løkin í Runavík eydnaðist tað verandi meistarunum, NSÍ at vinna 2-1 á HB.
Tá 28 minuttir vóru leiktir høvdu Helga Mikkelsen og Jonnhild á Sondum lagt NSÍ á odda 2-0. Elin Maria Isaksen minkaði um munin í seinna hálvleiki, men nærri kom HB ikki.
NSÍ er fremst við 41 stigum. KÍ hevur 38 stig, men hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ. HB hevur 31 stig, og Víkingur hevur 28 stig.
Mikukvøldið klokkan 19 spæla KÍ og Víkingur dyst á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
NSÍ-HB 2-1 (2-0)
1-0 Helga Mikkelsen (12.)
2-0 Jonnhild á Sondum (28.)
2-1 Elin Maria Isaksen (58.)
Kelda: dystir.fo