Paludan dømdur í fongsul í Svøríki

Svenskur dómstólur hevur dømt Paludan fongsulsrevsing fyri øsing móti muslimum

Stovnarin av danska flokkinum Stram Kurs, Rasmus Paludan, varð í dag dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri øsing móti einum fólkabólki.

Floksstovnarin Rasmus Paludan er í svenska rættinum Malmö Tingsrätt dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri øsing móti muslimum.

Tað kemur fram í dóminum frá svenska srættinum, sum Ritzau hevur fingið innlit í.

Rasmus Paludan, sum stovnaði danska flokkin Stam Kurs, varð skuldsettur fyri øsing móti einum fólkabólki. Eitt nú fyri at hava sagt, at "tað er trupult at vera eitt gott menniskja, um tú ert muslimur".

Eggjanin móti muslimum fór fram í tíðarskeiðnum millum 16. apríl 2022 og 6. september 2022, stendur í dóminum.

 

/Ritzau/