Pauli er givin sum venjari á Skála

Pauli Poulsen er ikki longur venjari hjá besta mansliðnum á Skála

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

 

Avgerð er nú tikin um at enda samstarvið millum Skála ÍF og Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum.

 

Pauli hevur í nógv ár verið ein stór

 

 drívmegi í felagnum og hevur við eldhuga og ídni lagt nógva tíð og orku í okkara besta manslið. Vit takka honum fyri hansara stóra íkast og ynskja honum alt tað besta frameftir.

 

Arbeitt verður við einari loysn fyri venjaratoymið. Nærri kunning kemur seinni.