Stórur seglbátur endaði inni í aliringi

- Tá kavarar kannaðu nótina, vísti tað seg, at hon var heil, og at eingin fiskur var mistur, sigur Mowi í Írlandi

Ein 30 metrar langur seglbátur úr Fraklandi við navninum Rara Avis sigldi tíðliga gjáramorgunin bókstaviliga inn í ein aliring hjá felagnum, Mowi í Írlandi.

 

Hetta var í aliøkinum út fyri Clare Island við innsiglingina til Clew Bay í County Mayo, og sagt verður, at báturin hevði trupulleikar við navigatiónini.

 

Kyst.no veit at siga, at næstan 70 ára gamli seglbáturin fyrst rakti flotini og sigldi síðan inn í alinótina, har hann varð liggjandi.

 

- Eingin fólkaskaði var og tey, sum vóru umborð í seglbátinum, vórðu flutt av bátinum til Clare Island, meðan Mowi fór í holt við at fáa bátin útaftur.

 

Heimasíðan veit at siga, at umleið 100.000 smolt vóru í nótunum og fiskurin í nótini, sum seglbáturin sigldi inn í, varð fluttur umborð í ein brunnbát.

 

Kyst.no endurgevur Mowi í Írlandi fyri at siga, at tá kavarar kannaðu nótina, vísti tað seg, at hon var heil, og at eingin fiskur var mistur.

 

##med2##

 

 

 

Mowi Ireland eigur myndirnar