Ein RIB-bátur hjá MS Thorshavn sleit frá skipinum í gjár, meðan Thorshavn var á veg suðureftir.
Sambært fráboðan frá Thorshavn verður gitt, at báturin sleit á leiðini við Dalsfles umleið klokkan 14.
Leitað varð eftir bátinum í umleið fýra tímar, men leitingin gav einki úrslit.
Thorshavn heitir tí á fólk, sum møguliga síggja bátin, um at siga frá.
Talan er um ein bláan RIB-bát, sum sæst á myndini.











