Viðmerkingar til prideprædikuna

Um ólavsøkuna var prideskrúðgonga í Havn, har Ólavur Eysturdal prestur helt talu, og hann segði m.a. hesi orð:

 

”Í ríki Guds eiga øll rúm, og nei, ongin fer niður í eldsjógvin til illamann.”

 

Sum vit lesa hesa talu, so undrar tað mong okkara, at ein prestur skal koma við slíkum útsagnum, sum eru so í andsøgn við tað, sum Harrin Jesus lærdi, tá ið Hann gekk her á fold.

 

Og tað er sera álvarsamt, tá ið ein vegna teologiska tittul sín úttalar seg soleiðis. Hetta hevur tað við sær, at menniskju venda sær frá tí, sum Jesus lærdi okkum.

 

Eg skal endurtaka nøkur av úttalilsunum í taluni og koma við viðmerkingum til teirra.

 

 

 

Størstur av teimum er kærleikin

 

”So verða tey verandi, opinleikin, ymiskleikin og kærleikin, men størstur av teimum er kærleikin!” (Ó. Ey.)

 

Hetta er partvíst endurgeving av orðum Paulusar ápostuls í 1. Kor. 13. – Jú, lætt er at taka orð úr samanhangi og seta tey saman við okkara egnu orðum fyri at leggja okkara egnu meiningar í tey.

 

Men Paulus, sum her partvíst verður endurgivin, skrivar eisini um tað, sum kom at búgva í menniskjanum eftir fallið í Edens urtagarði – slíkt sum ger, at vit eru útistongd frá ríki Guds.

 

 

 

Skulu ikki arva ríki Guds

 

Paulus sigur í 1. Kor. 6,9-10:

 

”Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni (homuseksulitetur), ella tey, sum gera hesa synd, hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!”

 

Hvussu hevði sæð út okkara millum, um vit uttan afturhald livdu alt hetta áðurnevnda til fulnar! – Hvat hevði tað ikki havt við sær av sorgarleikum!

 

Víst snáva vit øll í mongum, men haðani og til at hátíðarhalda tað, sum var ein av orsøkunum til, at Sodoma og Gomorra vórðu løgd í oyði – tað er ómetaliga álvarsamt!

 

 

 

Soleiðis eru vit skapt

 

”Eingin velur at gerast LGBT-ari. Soleiðis eru vit skapt!” (Ó. Ey.)

 

Er tað rætt, at Gud skapti okkum við øllum hesum áðurnevnda, sum býr í okkum í dag?

 

Nei, tá ið Gud skapti menniskjuna, búði einki slíkt í henni, tí vit lesa í 1. Mós. 1,31:

 

”Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott.”

 

Men aftan á syndafallið kom hetta at búgva í okkum og at sermerkja okkum.

 

 

 

Umvendingarbann

 

”Eitt annað mál er eisini átrokandi, og tað er bann av umvendingarterapi!” (Ó. Ey.)

 

Eg veit væl, at her verður serliga hugsað um samkynd. Men eg ivist onga løtu í, at henda forðan fyri umvending eisini sum frá líður er ætlað í øðrum viðurskiftum, sum Bíblian umtalar.

 

Men er tað ikki gagnligt og neyðugt fyri okkum dagliga at venda við frá onkrum av hesum áðurnevnda, sum bleiv partur av okkum eftir syndafallið?!

 

Ella skulu vit bara lata standa til og liva alt tað út, sum í okkum býr, og umbera okkum við, at ”soleiðis eri eg skaptur”?

 

 

 

Eingin fer niður í eldsjógvin

 

”Í Guds ríki eiga øll rúm, og nei, ongin fer niður í eldsjógvin til illamann.” (Ó. Ey.)

 

Samsvarar hetta við tað, sum Jesus lærdi?

 

Jesus talar fleiri ferðir um fortapilsið og sigur m.a. í Matteus 25,41:

 

”So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!”

 

 

 

Ein kærleiksfullur Gud

 

Øll synd er álvarsom fyri tí heilaga og rættvísa Gudi, so álvarsom, at hon steingir okkum úti frá ríki Guds.

 

   Men Gud elskaði Sín falna skapning, sum vegna syndina varð skildur frá Honum.

 

   Hvussu skuldi Hann so kunna leggja eitt rættvíst grundarlag at bjarga okkum á?

 

   Tað lesa vit í kendasta versinum í Bíbliu okkara:

 

   ”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” ( Jóh 3,16)

 

 

 

Ein álvarsamur Gud

 

Í áðurnevnda versi síggja vit stóra kærleika Guds – men eisini álvarsemi Hansara.

 

Hvussu álvarsom synd er fyri Gudi, síggja vit best á Golgata, har Gud gav Son Sín í deyðan fyri okkum. – Har útvegaði Gud okkum eitt rættvíst grundarlag at verða frelst á.

 

Í sama versi síggja vit, at tað er eitt fortapilsi at verða frelst frá:

 

”Fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

 

Og fyri at fáa lut í hesi frelsu mugu vit, hvør einstakur, koma til Jesus og trúgva á Hann.

 

 

 

Hvat ger hin sanni kærleikin við okkum?

 

Hin sanni kærleikin, ið er frá Gudi, fær okkum at elska Gud og at halda boð Hansara.

 

Jesus segði við lærisveinarnar í seinastu talu Síni:

 

”Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg” (Jóh 14,21).

 

Tá ið vit taka ímóti kærleika Guds í Kristusi, fara vit elska Hann, sum elskaði okkum fyrst.

 

Hesin kærleiki  verður síðan ein drívmegi í lívi okkara, sum fær okkum at venda við frá tí illa, sum í okkum býr, til at liva eitt reint moralskt lív.

 

 

 

Haturstala?

 

Tá ið vit kunngera evangeliið og tala um frelsu frá fortaping, verður tala okkara til tíðir skýrd at vera haturstala.

 

Men, er tað haturstala at ávara um avleiðingarnar av synd okkara? – Er tað haturstala at ávara um, at um vit velja at liva eftir lystum okkara, eru vit í vanda fyri, at dómur Guds fellur á okkum?

 

Tá ið stásiliga ferðamannaskipið Titanic á fyrsta túri sínum í 1912 sigldi vestur um hav, vóru ísfjøll á leiðini. Eitt skip, sum var har á leið, sendi ávaringar um vandan, men teir á Titanic tóku ikki við ávaringini. Hetta hevði tað við sær, at Titanic sigldi á eitt ísfjall, sum skar síðuna upp á hesum skipi, sum sakk við umleið 1500 fólkum umborð.

 

Vóru hesar ávaringar til Titanic haturstala? – Nei, tær vóru kærleiksfullar ávaringar!

 

 

 

Á vandakós!

 

Vit eru á vandakós og við hesum orðum vil eg senda eina kærleiksávaring til fólk okkara um at taka við ávaring.

 

Tað, sum vit velja her í lívinum, fer at avgera, hvar vit verða í ævinleikanum – heima í Himli ella í fortapilsinum.

 

Gud hevur gjørt alt, sum skuldi til, fyri at frelsa okkum frá hesum vanda. - Hann gav elskaða Son Sín í deyðan fyri teg og meg.

 

Álvarsami spurningurin er: Hvat gert tú við frelsu Guds, sum kostaði Honum so dýrt?!

 

 

 

John í Skemmuni