Tað eru summir morgunlestrar, sum hefta seg meira við enn aðrir - einahelst teir, sum við dagsins teksti nema við hvønn dagin og kringumhvørvið.
Tað var ein fragd upp undir ólavssøkuna at hoyra lestrarnar hjá prestinum, Theodor Eli Olsen, har hann hegnisliga og listarliga kom inn á okkara náttúru – skapanarverkið sum júst nú stendur í fullum blóma.
Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni, ”Upp alt sum Harrin hevur gjørt”, sanniliga ein góð byrjan á enn ein av teimum fáu døgum, tær eru tillutaðir.
Kveiktur av hesum lestrum spákaði eg mær í góðveðrinum beint fyri ólavssøku gjøgnum Vatnsoyrarfløtuna við norðara endan á Sandsvatni.
Hetta øki er veruliga ein perla við nógvum forvitnisligum blómu-og plantusløgum, sera nógvum fuglalívi, eitt nú gandakendi helsareyðin sum á hvørjum ári leitar sær allan vegin úr Suðuramerika til Vatnsoyruna, teirra summarheim, áðrenn teir aftur seta kósina móti Suðurameriku, tá heystið nærkast.
##med2##
Fitt av smásílum síggjast halda til har og sum liva av øllum teim flogkyktunum, sum eru i økinum. Tað er ein vælsignaður friður og vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar.
Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi.
Vatnsoyran er ein vistfrøðiligur gimsteinur, ið gleðir øll, sum hava ans fyri náttúruni.
Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða.
Men, hvussu leingi var Adam í Paradísi?
Tað er veruliga ræðuligt og tíðanverri ein sannroynd og ringt at ímynda sær, at í løtuni sita verkfrøðingar við rokniarkum sum ætla at leggja Vatnsoyruna undir sement og asfalt, um sinnissjúka linjuføringin til Suðuroynnatunnillin skal fara handa vegin - heldur enn um Múlan!
Skulu okkara eftirkomarar og helsareyðin ikki longur sleppa at njóta hetta økið – hevur tað bara tvey ár eftir at liva, áðrenn tað verður knúsað sundur av kensluleysum maskinum
Tað sýnist sum, at áhugin fyri okkara viðbreknu náttúru er lítil og eingin, og kanska allar minstur á bonaðu gólvunum í Løgtinginum, Umhvørvisstovuni og so hja FNU, sum er fastlæst i einari grønari spennitroyggju.
##med3##
Sandoyggin er givin upp til skutil. Vakna vit fyrst, tá alt tað vakra, sum henda oyggj er vælsignað við, er burtur og týnt?
Heðin Brú skrivar, at Várharra hevði verið í konufólkaveitslu náttina fyri, hann skapti Sandoynna – so gott var lagið og hugurin hjá honum at skapa eina av okkara vakrastu oyggjum til gleði fyri okkum mannabørn.
Tað verður heldur torført hjá Theodor, presti, framyvir at nýta náttúruna í sínum lestrum, tá lítið og einki av náttúru er eftir. So tað verða tungir Jeremias-lestrar at vakna upp til - vitandi, at tað eydnaðist okkum við góðum huga at týna náttúruna á Sandi.
Johan Hot Mortensen
##med4##
##med5##















