Vegna veður og seinkaðar flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld.
- Ein ferð til Føroya við forðingum. Okkara sebrur (kelinavnið hjá THW Kiel red.) áttu at verið frammi fyri langari tíð síðani. Men veðrið í heimlandinum hjá Eliasi (á Skipagøtu red.) livir upp til sítt ryktið. Tann nógvi mjørkin hevur órógvað okkara ferðaætlanir. Hetta er ikki ein ókendur trupuleiki á Vága Floghavn. Vegna tess, at flogvøllurin liggur millum fjøll, og vindur, turbolensur og skiftandi sýni gera tað sera avbjóðandi at lenda har. GOG og Valur hava eisini havt trupuleikar við at koma fram. Soleiðis skrivar THW Kiel á facebookvanga sínum.
Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld.











