Tríggir menn í trimum ymiskum statum í USA eru avrættaðir sama dag, og hetta er ikki hent í USA síðan 2010.
Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu á einum motelli í 1985.
Ein annar maður í Oklahoma er avrættaður fyri at hava dripið unnustu sína í 2003.
At enda skal ein maður í Alabama avrættast fyri at hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021.
Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag.
Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini hevur framt fleiri og fleiri avrættingar.
Sagt verður, at í ellivu amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025, og hetta er størsta tal í eitt ár síðan 2009.
Higartil í ár eru 21 fólk avrættað í USA, og væntandi er, at nakrar avrættingar aftrat verða í USA í hesum árinum.
At enda verður sagt, at tá trý fólk seinast vórðu avrættað sama dag í USA, vóru hesar avrættingar í Louisiana, Ohio og Texas.










