Peter Tulinius Krarup nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið í Føroyum fær nýggjan stjóra frá september í ár. Valið fall á danska-norska Peter Tulinius Krarup, sum tekur eftir norsku Gunn Hernes sum stjóra.

Tíðindaskriv:

 

Peter Tulinius Krarup hevur eina langa, altjóða yrkisleið á mentanarøkinum aftanfyri seg. Hann er føddur í Haslev í 1970 og hevur lisið og arbeitt í Danmark, Noregi, Onglandi og Týsklandi, sum hevur givið honum breiðan førleika og eitt sterkt netverk í norðurevropeiska mentanarlívinum. Síðani 2019 hevur hann verið stjóri í Harstad Kulturhus, har hann hevur ábyrgdina av rakstrinum av trimum mentanarstovnum í økinum og leiðir ein stovn við yvir 40 starvsfólkum.

– Tað er mær ein stórur heiður at sleppa at standa á odda fyri Norðurlandahúsinum, mentanarhúsinum í Føroyum. Húsið er ein arkitektoniskur gimsteinur við fjølbroyttum møguleikum og sterkari støðu í føroyska samfelagnum, sigur hann.

Peter Tulinius Krarup vísir á, at í eini tíð, har norðurlendska samstarvið hevur størri týdning enn nakrantíð, hevur húsið eina týðandi funktión sum brúgv millum Føroyar og restina av útnorði og sum pallur fyri samrøðu, samleika og listarligari dygd.

Hann sær fram til, saman við starvsfólkunum og tí ríka og livandi føroyska mentanarlívinum, at menna húsið víðari sum eitt opið og livandi samkomustað, har mentan úr Føroyum og restini av Útnorði kann geva íblástur og ríka hvønn annan. Hann gleðir seg eisini til at seta búgv í Føroyum og gerast virkin partur av mentanarlívinum og samfelagnum.

 

Listarligar og mentanarpolitiskar royndir

 

Peter Tulinius Krarup hevur námsfrøðiliga bakgrund í evropeiskum mentanarpolitikki, fyrisiting og tónleikafrøði umframt fleiri ára royndir frá orkestrum, festivalum og mentanarfelagsskapum. Hetta gevur honum bæði eina breiða mentanarpolitiska fatan og umsitingarligan og listarligan serkunnleika.

 

– Eg eri øgiliga fegin um at bjóða Peter Tulinius Krarup vælkomnum í norðurlendska samstarvið sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann kemur higar við sterkum leiðsluroyndum og sterkari fatan av týdninginum av einum mentanarhúsi í einum samfelag. Tað er við stórum treysti, at vit lata honum lyklarnar til Norðurlandahúsið, sigur aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Karen Ellemann.

 

Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt væl vitjað mentanarhús, sum hýsir fleiri enn 300 mentanartiltøkum um árið, eitt nú festivalar fyri børn, listaframsýningar og konsertir við millum annað Føroya Symfoniorkestri. Norðurlandahúsið læt upp í 1983 sum ein av nú fimm norðurlendskum mentanarstovnum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Einastandandi húsið, sum Ola Steen úr Noregi og Kolbrún Ragnarsdóttir úr Íslandi hava teknað, hevur síðani tá verið eitt væl vitjað mentanarmerki í Tórshavn við 120.000 árligum vitjandi. Endamálið er bæði at styrkja mentanarliga skiftið við restina av Útnorði og at stuðla mentanarlívinum í Føroyum.

 

Gunn Hernes leggur frá sær eftir 8 ár

 

Núverandi stjórin Gunn Hernes leggur frá sær eftir átta ár í starvinum. Undir hennara leiðslu hevur Norðurlandahúsið verið við til at bjóða føroysku áskoðarunum eina fjølbroytta, dygdargóða skrá hóast avbjóðingar sum COVID-19 og inflatión. Hernes hevur eisini arbeitt nógv við grønu umleggingini á mentanarøkinum og givið húsinum ein grønari profil. Hon hevur eisini sett nógv fokus á ungu áskoðararnar og ment Norðurlandahúsið til ein virknan viðleikara í norðurlendska og føroyska samfelagskjakinum.