Kvívíkingar eru ernir av og góðir við fedranna stað

- Her er trygt og friðarligt og ein óendalig náttúra hjá børnum at spæla í. Her er sera góður felagsskapur, sum roynist dyggur, tá á stendur

 

- Tað er einki at siga til, at víkingar búsettu seg í Kvívík longu fyri túsund árum síðan. Bygdin vendir mest sum í ein beinan sunnan, og sostatt er sera góður sólargangur. Norðan fyri Kvívík eru veldug fjøll, sum sláa ring um bygdina og verja fyri høgættini.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at undir Egilsfjalli rennur áin Stórá beina leið oman í Kvívík.

 

- Fyrst fer hon bóltandi oman Kjalnafoss, seinni Ravnafoss, og síðan fer hon tutlandi so stillisliga eftir helluni oman í bygdina - fram við barnagarðinum og skúlanum,  so framvið kirkjuni frá 1903, gamla prestagarðinum, víkingatoftunum – og at enda út á hav, hagar flest øll køksvindeygu í bygdini eisini venda: Út á Koltur, sum verður innrammað av Vágum og Suðurstreymoy.

 

Sagt verður, at Kvívík var frá víkingatíð og fram til fyrst í farnu øld nógv tann størsta bygdin í Norðurstreymoy.

 

- Í dag kalla 390 fólk bygdina sítt heim, og er Kvívík størsta bygdin í kommununi. Her er sera góður felagsskapur, sum roynist dyggur, tá á stendur, sum tikið verður til.

 

Á heimasíðuni verður víst á, at tað er trygt og friðarligt í Kvívík: Her er ein óendalig náttúra hjá børnum at spæla í, góður bátahylur, ókeypis dagstovnur og enntá svimjihøll.

 

- Kvívíkingar eru, sum so mangir aðrir føroyingar, góðir við og ernir av síni heimbygd. Hetta er ein gomul – men eisini framkomin – bygd í menning, har stutt er at koyra til alt, verður lagt aftrat.