Sjálvstýri sleppur ikki at stilla upp til Fólkatingsvalið

Av tí at Sjálvstýri ikki er umboðað í Løgtinginum kann flokkurin ikki stilla upp til Fólkatingsval.

Hesaferð sleppur Sjálvstýri fyri fyrstu ferð ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Orsøkin er, at flokkurin ikki er umboðaður í Løgtinginum. Og treytin fyri at stilla upp til fólkatingsval í Føroyum hjá einum flokki er, at flokkurin hevur umboð valt á Løgting. Og tað hevur Sjálvstýrisflokkurin ikki – fyri fyrstu ferð síðani 1945.

Í lógini um fólkatingsval í Føroyum stendur soleiðis í grein 25:

»En person, der vil anmelde sig som kandidat til valget, kan enten opstille som kandidat for et parti, der ved det sidst afholdte lagtingsvalg har opnået repræsentation i Lagtinget og ved valgets udskrivelse fortsat er repræsenteret i dette, eller som kandidat uden for partierne. En kandidat, der vil opstille for et parti, skal godkendes af partiet. En kandidat, der opstiller uden for partierne, skal anbefales af mindst 150 og højst 200 vælgere på Færøerne som stillere«.

Tað sama var galdandi fyri Framsókn í 2011. Flokkurin var stovnaður, men var ikki valdur á ting. Tí stillaði Poul Michelsen upp uttanflokka á fólkatingsvalinum í 2011. Hann fekk tá 672 atkvøður, sum var 3,3 prosent – sum hevði verið nóg mikið at verið valdur í Løgtingið, um talan var um løgtingsval.