Pól Skarðenni í Virkinum á Sandi

Tað er Lions Tindur, sum skipar fyri, og atgongumerkið á 50 krónur er við í kappingini um 5000 krónur at keypa list fyri

 

Nú tiltakið – Seinsummardagur á Sandi – verður í morgin, leygardagin 23. august, verður eitt av forvitnisligu tiltøkunum í Virkinum á Sandi. 

Tað er Lions Tindur, sum skipar fyri, og hetta er ein listaframsýning við úrmælinginum, Pól Skarðenni, við motivum av Sandi og úr Sandoynni.

Listaframsýningin verður í Stovuni í Virkinum, og her verður opið seinnapartin í morgin frá klokkan 14 til 18.

Sum fyriskipari av framsýningini fær Lions Tindur ágóðan av atgongumerkjasøluni, sum fer til vælgerandi endamál. 

Men atgongumerkið, sum kostar 50 krónur, er eisini ein lutaseðil, sum hevur eitt virðið av 5000 krónum.

Tá drigið verður, og vinnarin er funnin, kann hepni vinnarin keypa sær list hjá dugnaliga listamanninum fyri 5000 krónur.

- Tað eru mong, sum dáma væl listina hjá Pól Skarðenni, og vit vænta nógv fólk á gátt í Virkinum seinnapartin í morgin, siga tey í Lions Tindur.