Ragnar í Vík á Ljósfest 2025

Ragnar í Vík verður millum tónleikanøvnini á Ljósfestini 2025 í Vági!

 

Ragnar Jacobsen, betur kendur sum Ragnar í Vík, gjørdi seg veruliga galdandi á føroyska tónleikapallinum síðst í nítiárunum, tá hann gav út sína fyrstu og sera væl umtóktu fløgu: There’s a Tear in My Beer. Á hesari útgávuni syngur Ragnar sangir hjá Hank Williams – Sagt hevur verið um fløguna, at hon av álvara leggur seg eftir amerikanska ljóðinum, og var hetta kanska ikki so vanligt fyri føroyskar útgávur tá.

 

Útgávan fekk góða móttøku, bæði í Føroyum og uttanlands, og nøkur av løgunum hava enntá verið at hoyrt á evropisku countryhitlistunum.

 

Seinni hevur Ragnar eisini givið út tónleik á føroyskum, og í alt hevur hann givið tríggjar fløgur út.

 

Síðstu árini hevur verið longur ímillum, at høvi hevur verið at hoyra Ragnar á palli – men fríggjakvøldið 15. august verður hann aftur at hoyra í tjaldinum á Ljósfestini!

 

Við sær til konsertina hevur hann tveir royndar tónleikarar: Arnbjørn Sivertsen á gittara og Erling Berg á bass.