Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð í einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands.
Hetta veit Sermitsiaq at siga, og heimasíðan vísir til TV2 Nord sum keldu.
Tað vóru tollarar, sum funnu hassjið umborð í trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark.
Báðir menninir vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag.
Ein 26 ára gamal maður játtaði, at hann hevði ætlanir um at smugla 22,2 kilo av hassji til Grønands, og hin - ein 45 ára gamal maður - játtaði, at hann hevði ætlanir um at smugla 71 kilo av hassji til Grønlands.
Nordjyllands Politi upplýsir í tíðindaskrivi, at hassji varð funnið í gjár í einari regluligari kanning hjá tollvaldinum.
Tollararnir funnu 22,2 kilo av hassji umborð í trolaranum, og síðan boðsendi tollvaldið løgregluna, samstundis sum neyvari kanningar vórðu gjørdar umborð í skipinum.
Her vórðu 71 kilo av hassji aftrat funnin í einum kamari umborð.
Danska løgreglan sigur, at talan var um tvey ymisk mál, og tískil vórðu eisini tvær framstillingar í rættinum í Hjørring. Báðir menninir játtaðu seg sekar.
- Hin 26 ára gamli fekk eitt ára fongsul fyri 22,2 kil av hassji, og hin 45 ára gamli fekk hálvt annað ára fongsul fyri 71 kilo av hassji.
Nordjyllands Politi leggur aftrat, at menninir ikki áður eru revsaðir í slíkum máli.










