Sum vanligur siður er í Vágs kommunu, fær ein borgari, sum fyllir 90 ár, vitjan av borgarstjóranum, sum handar føðingardagsbarninum blómutyssi og konfekteskju.
Men uppgáva hjá borgarstjóranum, Bjarna Johansen, var eitt sindur øðrvísi hesaferð enn annars, tí nú var tað pápi hansara, sum fór um tey níti.
Sjálvur sigur borgarstjórin soleiðis á sínum Facebook-vanga í gjár:
- Hesaferð hevði jeg tann stóra heiður at handa pabba blómutyssi og konfekteskju, tá hann hin 2. august fylti 90 ár.
Borgarstjórin leggur aftrat, at føðingardagurin hjá pápanum varð hildin hjá Daniu og Arna, har tey nærmastu vóru savnað saman við foreldrum hansara.
- Enn einaferð hjartaliga tillukku við 90 ára degnum, pabba, skrivar Bjarni Johansen á sínum Facebook-vanga.
##med2##












