Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt fram uppskot um at hækka orkuískoytið munandi hjá húskjum við lágum inntøkum.
Uppskotið ber í sær, at orkuískoytið í 2026 verður hækkað úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis verður inntøkumarkið hækkað úr 300.000 upp í 350.000 krónur, og ognarmørkini verða eisini hækkað, so fleiri húski kunnu fáa stuðulin.
Uppskotssetararnir vísa á, at nógv húski eru hart rakt av hækkandi orkuprísum, serliga tey, sum hava lágar inntøkur og ikki hava ráð at leggja um til aðrar orkuskipanir.
Í staðin fyri eina generella mvg-lættan á bensin og diesel vilja tey geva málrættaðan stuðul til tey, sum hava størstan tørv. Tey halda, at hetta gevur húskjunum størri frælsi at avgera, hvussu stuðulin verður brúktur.
Mett verður, at 400 til 500 húski fara at fáa ágóða av broytingini. Kostnaðurin verður mettur til 3,8 milliónir krónur.
Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttur Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir og Eiriki í Jákupsstovu úr Tjóðveldi og Sámali Peturi í Grund úr Sjálvstýri.










