Rasmus Seebach er høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár, og í kvøld hevur hann konsert á Vágsbø.
Í gjár komu Seebach og hansara fylgi til Føroya. Tey vildu fegin uppliva eitt sindur av Føroyum áðrenn sjálva konsertina, og tað hava tey gjørt.
Í morgun hevur Rasmus Seebach hitað upp til konsertina í kvøld við gongutúri í føroysku náttúruni. Tað kendist frískligt, og lagið var sera gott.
Rasmus Seebach er ein av størstu poppstjørnum á okkara leiðum, og roknað verður við sera nógvum fólkum til stóru konsertina hjá honum á Vágsbø í kvøld.
Rasmus Seebach hevur tikið fleiri treylarar við útgerð við til Føroyar fyri at seta tað stóra showið upp á Summar Festivalinum.
Rasmus Seebach spælir í kvøld klokkan 22.











