Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin 07 Vestur-EB/Streymur

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18.30 spæla 07 Vestur og EB/Streymur dyst í 18. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. Dysturin verður leiktur á Dungasandi í Sørvági.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tá liðini hittust við Margáir í Streymnesi 26. apríl vann 07 Vestur 2-0 á EB/Streymi. 

 

Í fjør tryggjaði EB/Streymur sær sjey av níggju møguligum stigum móti 07 Vestur. 

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld eru rættiliga jøvn. Tó hella oddsini eitt vet til útisigur til EB/Streym.

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 2,70 og 3,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,70.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 2,06 og 2,24.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd