Vakleiðarin á politistøðini sigur, at bilurin fór langt oman av vegnum, men at eingin fólkaskaði var. Óhappið hendi í Hjarðardali, har vegurin av Heltnini svingar oman móti Oyndarfirði.
Í Havn vóru boð eftir løgregluni til ein fullan persón, sum lá og svav í miðbýnum. Har fór løgreglan framvið og fekk mannin á eitt stað, har hann kundi sleppa inn í hitan.
Eitt minni ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum nakað norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi. Ein bilur bremsaði hart upp fyri einum seyði, sum kom út á vegin. Tað varnaðist bilurin aftanfyri ikki nóg tíðliga, og tí rendi hann í bilin frammanfyri. Men skaðin var ikki so stórur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.











