Konsert og gudstænasta í stórbærari náttúru við Gjógv

- Árliga siðvenjan, sum savnar væl av fólki, er eitt sera gott høvi at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu

Sunnudagin hin 9. august klokkan 15, sum er sunnudagin komandi, verður serstaka konsertin og gudstænastan aftur í gjónni við Gjógv.

 

- Árliga siðvenjan, sum savnar væl av fólki hvørt ár, er eitt sera gott høvi at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.

 

Tað siga fyrireikararnir av tiltakinum. 

 

Í ár verður Ida Lykke Kannuberg, prestur, sum fer at tala.

 

- Um viðrar, verður leitað aftur til søguna við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-skylduna, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum.  

 

Fyrireikararnir vísa á, at skyldan, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí, og tað var minni enn so altíð, at líkindini vóru góð.

 

- Ofta varð hetta gjørt í ivaveðri.

 

Á tiltakinum í gjónni við Gjógv sunnudagin verður ikki spart upp á tónleikin, har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, og hetta verður undir leiðslu av Odduri Magnusson Hentze.

 

##med2##

 

Urguleikari verður Sámal Matras Kristiansen​​​.

 

Fyrireikararnir vísa á, at fyri fyrstu ferð fer eitt útlendskt kór at syngja, og tað verður Pärnu Kammerkoor úr Estlandi undir leiðslu av Elo Kesküla.

 

- Eitt Ensamble hjá kórinum fer eisini at framføra.

 

##med3##

 

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki at njóta løtuna í stórbaru náttúruni.  

 

- Kaffimunnur verður aftaná, verður lagt aftrat.