Útlendskir miðlar vita at siga, at stórt trot er á brennievni kring um í Russlandi.
Á sosialum miðlum síggjast video-brot, sum vísa kilometrar langar bíðirøðir, og her eru eisini brot, sum vísa russar, sum fara til hendurs við bensinpumpurnar.
- Gev mær pumpuna. Eg meldi teg, sigur ein av teimum, sum umsíður náddi fram til pumpuna fyri at fylla brennievni á bilin.
Ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk og oljugoymslur hava ført til stórt trot á brennievni kring um í øllum Russlandi.
Sambært einari greining hjá CNN gerast slíkar hendingar, har fólk berjast um pumpurnar í Russlandi, alsamt meira vanligar í landinum.
- Heilt úr Sibiria til Moskva, sum sagt verður.
Russiski forsetin hevur viðgingið, at Russlandi tørvar brennievni, og hann hevur sagt, at heimsins størsta oljuland fer at innflyta brennievni.
Vladimir Putin hevur eisini sagt, at Russland í størri mun fer at raðfesta umvælingar av oljureinsiverkum, sum ukrainski herurin hevur lopið á.
Ukraina hevur eisini afturvendandi lopið á somu oljureinsiverk, soleiðis at tá umvælingar eru gjørdar, hevur ukrainski herurin lopið á aftur av nýggjum.
Russiski forsetin hevur eisini nevnt, at Russland kann senda olju út á marknaðin, sum er av lægri góðsku, men hetta hevur verið hildið at vera ein vánalig loysn.
Sambært útlendskum miðlum hevur tað verið forbjóðað í Russlandi síðan 2013 at senda brennievni av lægri góðsku út á marknaðin.
- Hetta fer í fyrsta lagi at ganga út yvir bilarnar, vita útlendskir miðlar at siga um hetta hugskotið hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.











