Líggjas Joensen er í hálvfinalu í 200 frí á EJM

Líggjas Joensen hevur í morgun hevur svomið seg í hálvfinaluna í 200 frí til EJM. Hetta er fyrstuferð í 14 ár, at Føroyar hava ein svimjara í hálvfinalu til EJM.

Føroyski svimjarin Líggjas Joensen, Ægir, hevur í morgun svomið seg í hálvfinaluna í 200 metra frísvimjing á Evropeisku Junior Meistarastevnuni 2026, tá ið hann í innleiðandi riðlunum svam seg til úrslitið 1:50.53.

Svimjing.com skrivar, at besta tíð hjá Líggjasi nakrantíð er føroyska juniormetið á 1:49.31 frá Danish Open í vár. Pál Joensen (1990, SuSvim) eigur føroyska metið á 1:48.98, frá Danish Open í 2012.

– Úrslitið hjá Líggjasi Joensen rakk til eitt fyribils 14. pláss av 63 luttakandi, har 16 sluppu víðari til hálvfinalu, tó í mesta lagi tveir frá hvørjum landi. Vegna hetta síðsta hevur hann reelt eina plasering sum nr 13 av teimum 16 sum komu í hálvfinalu, harav 8 sleppa víðari til finalu, skrivar svimjing.com.

Hálvfinalan verður svomin seinnapartin.

Seinasti føroyingur, sum var til FJM var Magnus Jákupsson í 2012 og 2011. Pál Joensen var fyrsti føroyingur at luttaka í FJM. Tað var í 2008, tá hann vann trý gullheiðursmerki í 400m frí við tíðini 3.51.44, 800m frí við tíðini 7.56.90 og 1500m frí við tíðini 15.18.37.

 

Samanborið við EJM í 2011, har besta úrslitið var 10. pláss, lyfti Magnus Jákupsson seg í 2012 enn eitt stig. Serliga í firvaldi var hann heilt nær við eini EM-finalu: 9. pláss í 50 m firvald og 11. pláss í 100 m firvald. Bæði úrslitini vóru samstundis nýggj føroysk met.