B68 skrivar soleiðis í dag:
Fyrrverandi liðskiparin, Aleksandur Ólavsson Jensen, hevur í ár ikki verið partur av B68 hópinum vegna lestrarørindi í Danmark.
Aleksandur er fluttur heimaftur, og verður partur av B68 hópinum restina av kappingarárinum. Hann hevur longu verið við í tveimum teimum seinastu dystunum, har hann hevur fingið nakrar minutti
Torkil Úlvur Holm Jespersen, sum hevur verið fastur partur av B68 liðnum í ár, hevur tikið avgerð um at trappa niður við fótbóltinum, og flytur heimaftur til Tvøroyri, og verður ikki partur av B68 hópinum restina av kappingarárinum.
B68 ynskir Aleksandur vælkomnum heimaftur, og takkar Torkil fyri góða innsatsi











