Russar hava aftur lopið á Ukraina.
Hesaferð er tað Kharkiv-regiónin har eysturi í Ukraina, sum hevur staðið fyri skotum.
Ukrainska Kharkiv-regiónin hevur mark til Russlands.
Guvernørurin í regiónini, Oleh Synegubov, sigur, at russar lupu á við rakettum.
Lopið varð á býin, Merefa.
- Fýra fólk lótu lív, og 16 eru særd, sigur guvernørurin, Oleh Synegubov.











