- Hetta styrkir og samansjóðar kommununa

Í Nes kommunu takka tey hjartaliga fyri góða undirtøku, og her gleða tey seg longu nú til várdagar og bátastevnu í 2027

 

- Vit vilja við hesum hjartaliga takka øllum tykkum mongu, sum á ein og hvønn hátt vóru virkin og hjálptu til at gera Várdagarnar 2026 so væl eydnaðar.

 

Í Nes kommunu siga tey, at uppmøtingin til tiltøkini á várdøgum var so sera góð.

 

- Vit halda, at hetta styrkir og samansjóðar okkum sum íbúgvar í kommununi. Eisini ynskja vit at bera Bátafelagnum eina tøkk fyri sera gott samstarv.

 

Í Nes kommunu takka tey hjartaliga fyri góða undirtøku, og her gleða tey seg longu nú til várdagar og bátastevnu í 2027.