Fleiri italskir miðlar skrivaðu í gjar, at uttanríkisráðharrin í vikuni fer til Vatikanið og Italia at luttaka á ymiskum fundum.
Tá var enn óvist, um uttanríkisráðharrin eisini fór at hitta pávan.
Vatikanið boðaði tó seinnapartin í dag frá, at avtalað var um fund millum teir báðar.
Hetta hendir, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, harðliga fanst Leo páva í apríl.
Í einum uppslagi á sínum sosiala palli, Truth Social, lýsti Trump pávan sum veikan "tá tað snýr seg um brotsverk" og tilflyting.
Ritzau/AFP











