VIDEO: Fyrsti dyst­ur­in hjá Ara í bestu ís­lendsku fótbólts­deildini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Breiðablik 1-2 (1-1)

Savnsmynd

Ígjár leikti málverjin, Ari í Haraldsstovu Petersen fyrsta dystin fyri ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

ÍBV tapti á Hásteinnsvøllinum á Heimey 1-2 fyri Breiðablik. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Breiðablik. Liam Daði Jeffs legði ÍBV á odda longu í fyrsta minutti av dystinum. Breiðablik javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið. Ari fekk ikki nógva hjálp frá verjuni, tá Breiðablik skoraði bæði málini. 

 

ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Breiðablik 1-2 (1-1):

 

##med2##

 

Savnsmynd