Útbúgving á Heilsuskúlanum partvíst í Havn

Heilsuskúlin ger roynd við heilsuhjálparaflokki sum partvíst verður í Havn og byrjar ein nýggjan leist fyri heilsurøktaraútbúgvingina.

Tíðindaskriv:

 

Heilsuskúli Føroya hevur í langa tíð arbeitt við at økja um tilboðini, innan heilsuútbúgvingar, sum Heilsuskúlin varar av. Tann 30. apríl góðkendi landsstýrismaðurin í mentamálum nýggju uppskotini hjá Heilsuskúlanum. Talan er um ein heilsuhjálparaflokk fyri førleikamett sum partvíst verður í Havn og ein fleksleist fyri heilsurøktaralesandi. Báðir útbúgvingarleistir eru málrættaðar umsøkjarum, við arbeiðsroyndum.

 

Heilsuskúlin viðurkennir at støðan er trupul á eldraøkinum í føroysku kommununum, og ynskir í størri mun at verða við til at lyfta fakliga støðið. Heilsuskúlin hevur tískil lagt talrættis  ein leist fyri heilsuhjálparalesandi, sum er mettur at passa til ein ávísan málbólk av starvsfólki, sum longu eru í økinum.

 

Tískil fer Heilsuskúlin nú undir at bjóða ófaklærdum heilsustarvsfólkum, sum eru yvir 25 ár og hava meir enn trý ára viðkomandi arbeiðsroyndir, at verða førleikamett og taka heilsuhjálparaútbúgvingina uppá 25 vikur. Undirvísingin verður blandað soleiðis: fjarundirvísing, og undirvísing á skúlabonki í Havn og á Heilsuskúlanum í Hovi.

 

Flokkurin verður staðsettur á Vinnuháskúlanum í Havn, tó at byrjan og endi á útbúgvingini verða á Heilsuskúlanum í Suðuroy, umframt ein vællærugreinavika. Útbúgvingin fyri førleikamettar heilsuhjálparar, byrjar í viku 32 í 2026 og endar í viku 4 í 2027.

 

Heilsuskúlin hevur fyribils bara lagt ein flokk tilrættis. Leisturin skal eftirmetast, tá fyrstu næmingarnir hava fingið prógv. Heilsuskúlin leggur dent á, at hetta í fyrstu atløgu er ein roynd, bæði fyri at síggja um leisturin gongur sum vænta, men eisini fyri at fáa staðfest áhugan og tørvin. Í mesta lagið 26 næmingar kunnu verða upptiknir í flokkinum, og Heilsuskúlin setur sum minsta krav, at 20 næmingar søkja um upptøku fyri at flokkurin skal verða settur á stovn. Yvirlit yvir undirvísingar gongdina sæst í talvuni niðanfyri.

 

##med2##

 

Nýggjur leistur fyri heilsurøktaraútbúgvingina

 

Harafturat hevur Heilsuskúlin ment ein fleksleist fyri heilsurøktarar, har næmingar størsta partin av tíðini, eru í skúla tveir dagar um vikuna og í starvsvenjing tveir og ein hálvan dag um vikuna. Harumframt eigur næmingurin fýra tímar námstíð hvørja viku. Næmingarnir hava fjarundirvísing aðru hvørja viku, í tveir dagar hvørjaferð. Skúlaundirvísing er aðru hvørja viku, aðru hvørja ferð í Hovi og aðru hvørja ferð í Havn. Skipan av fleksleistinum er at síggja í talvuni niðanfyri.

 

Heilsurøktaraútbúgvingin byrjar í viku 33, og byrjar við innleiðslu á tvær vikur, á Heilsuskúla Føroya í Hovi.

 

Útbúgvingin er í høvuðsheitum skipað soleiðis, stóran part av tíðini:

 

Vika 1: undirvísing 16 tímar á Heilsuskúla Føroya, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð

 

Vika 2: fjarundirvísing í 16 tímar, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð

 

Vika 3: undirvísing 16 tímar við fysiskari uppmøting, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð.

 

Vika 4: fjarundirvísing 16 tímar, 20 tímar starvsvenjing og 4 tímar námstíð.

 

Fyri neyvari kunning, hygg so inn á heimasíðuna www.heilsuskúlin.fo

 

Heilsuskúlin leggur dent á at báðir nýggju leistirnir skulu eftirmetast. Tískil er eingin ætlan enn løgd fyri nær ella um leistirnir verða royndir aftur.

 

Umsóknarfreistin at søkja báðar útbúgvingar er 22. mai 2026. Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Heilsuskúlan á heilsuskulin(at)skulin.fo ella á 614210. Viðvíkjandi sáttmála um løn undir útbúgving, so kunnu næmingar venda sær til Heilsuskúlan ella til sítt arbeiðspláss hesum viðvíkjandi.