Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív og 18 eru særd í einum russiskum álopi á ukrainska býin, Zaporizjzja.
Ukrainskir myndugleikar siga, at russiska álopið rakti eitt íbúðarøki í býnum, har umleið 790.000 fólk búgva.
Býurin liggur bert nakrar tíggjutals kilometrar úr hermótinum, og russisku deildirnar hava ongantið megnað at tikið býin.
Millum tey særdu í russiska álopinum eru tvey børn, skrivar guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov á Telegram.
Ivan Fedorov sigur, at talið av deyðum kann fara at veksa, tí framvegis verður leitað í leivdunum av íbúðarbygningi.
##med2##












