Sløkkiliðsfólk stríðast móti ógvusliga eldinum í Epicentr-handilsmiðstøðini í Zaporizjzja, eftir at ein russisk drona rakti bygningin fríggjamorgunin. Fýra fólk vórðu løstað. Myndir: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix. Kelda: Ukrainska Pravda

Russiskt dronuálop setti handilsmiðstøð í ljósan loga

Fýra fólk eru løstað, eftir at eitt russiskt dronuálop rakti eina stóra handilsmiðstøð í ukrainska býnum Zaporizjzja í morgun

Sløkkiliðsfólk stríðast móti ógvusliga eldinum í Epicentr-handilsmiðstøðini í Zaporizjzja, eftir at ein russisk drona rakti bygningin fríggjamorgunin. Fýra fólk vórðu løstað. Myndir: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix. Kelda: Ukrainska Pravda

Álopið rakti Epicentr, sum er ein stór handilsmiðstøð við byggivørum og øðrum vørum til hús og heim.

Eldur kom í bygningin, og skjótt stóð ein stórur partur av handilsmiðstøðini í ljósum loga. Tjúkkur, svartur roykur sást yvir stórum parti av býnum.

Sambært Ivan Fedorov, leiðara fyri hernaðarumsitingina í Zaporizjzja-landslutinum, vórðu fýra fólk løstað í álopinum.

Eldurin breiddi seg um eitt øki á umleið 2.000 fermetrar.

Myndir av staðnum vísa, at nógvir sløkkiliðsbilar og bjargingarfólk vórðu send til handilsmiðstøðina. Sløkkiliðsfólk royndu at berja niður eldin bæði av jørðini og úr stigabilum, meðan nógvur roykur stóð upp úr bygninginum.

Meðan sløkkiarbeiðið fór fram, varð aftur boðað frá russiskum álopi. Hetta gjørdi arbeiðið hjá bjargingarfólkunum uppaftur vandamiklari.

Handilsmiðstøðin fekk stóran skaða. Tak og partar av bygninginum eru brunnin, men enn er ikki greitt, hvussu umfatandi samlaði skaðin er.

Zaporizjzja liggur í landsynningspartinum av Ukraina, nær við hermótið. Býurin og økið rundan um hann hava fleiri ferðir verið fyri russiskum dronu- og rakettálopum.

Eisini aðrar ukrainskar handilsmiðstøðir hava seinastu tíðina verið raktar. Hósdagin varð ein Epicentr-handilsmiðstøð í Kharkiv rakt av einari russiskari dronu. Ein maður varð dripin, og fýra onnur fólk vórðu løstað.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##