Putin fyrireikar hernaðarligar provokatiónir móti Nato

Nú Ukraina trýstir Russland við álopum á eitt nú Moskva og St. Pætursborg vænta Nato-keldur, at Russland fer at gera seg inn á Baltisku londini ella Pólland

 

Nato-keldur halda, at tað eru ábendingar um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ætlanir um at leypa á baltisku londini ella Pólland, nú Ukraina økir trýstið á Russland.

 

Keldurnar halda, at Russland ætlar at "testa" samanhaldið í Nato-verjusamgonguni við at provokera - antin í Póllandi ella í Baltisku londunum.

 

Tað er ávísin, The Guardian, sum endurgevur tvær Nato-keldur. 

 

Keldurnar halda, at ukrainsku álopini á Russland við langtberandi vápnum móti málum í eitt nú Moskva og St. Pætursborg leggja týst á leiðsluna í Kreml.

 

- Vit hava ábendingar um, at Russland fyrireikar hernaðarligar provokatónir. Hetta verða ikki ógvuslig álop, men fyri at testa samanhaldið í verjusamgonguni.

 

The Guardian veit at siga, at herfyri komu somu ábendingar um væntandi russiskan ágang móti Póllandi ella Baltisku londunum frá høgtstandandi politiskari keldu í Nato.