Samtykt at seta ljósmastrar upp við fótbóltsvøllin

- Hetta er liður í einari longri ætlan at betra og menna ítróttarumstøðurnar í kommununi

 

Vágs býráð hevur samtykt at fara undir at seta ljósmastrar upp við fótbóltsvøllin í Eiðinum í Vági.

 

- Hetta er liður í eini longri ætlan hjá Vágs kommunu at betra og menna ítróttarumstøðurnar í kommununi.

 

Vágs kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at fyrireika arbeiðið, og samtyktin merkir, at arbeiðið nú kann fara í gongd.

 

- Uppsetingin av ljósmastrunum er eitt krav, sum Fótbóltssamband Føroya setir feløgunum sum spæla í bestu og næstbestu deildini. Hetta tryggjar, at dystir kunnu spælast í góðum ljósi.

 

Í Vági vísa tey á, at við hesum stigi verður eitt stórt fet tikið í at dagføra vøllin og at skapa enn betri karmar fyri bæði leikarar og áskoðarar.

 

- Eisini verða aðrar íløgur gjørdar á Eiðinum í næstum. Arbeitt verður við at fyrireika ein nýggjan stórkøk, og gólvið í Vágs Høll verður skift í komandi ári.

 

Haraftrat hevur VB-húsið fingið nýtt gólv, og aðrar dagføringar eru gjørdar, sum skulu lyfta umstøðurnar og tryggja, at bygningurin heldur fram at nøkta tørvin hjá ítróttar- og felagslívinum í Vági.

 

Við hesum íløgum vísir kommunan, at  hon leggur dent á at menna og varðveita góðar karmar fyri ítrótt, trivnað og virksemi í kommununi.