- Vit trúgva avgjørt, at hetta fer at bera til. Tað hava verið dimm skýggj á luftini áður, og soleiðis vil tað altíð verða í fiskivinnuni.
Tað sigur 34 ára gamli, Jógvan Ingvar Olsen, skipari á Høgabergi, sum vit hava skift orð við. Hóast tað vóru foreldur hansara, sum løgdu lunnar undir Framherja, hevur ungi maðurin ongar trupulleikar av, at 58 ára gamli, Høgni Hansen, er fyrsti maður á brúnni.
Tá vit í vikuni skiftu orð við Jógvan Ingvar Olsen, lá uppsjóvarskipið Høgaberg á Fuglafirði við umleið 500 tonsum av norðhavssild. Hetta er fyrsti sildatúrur hjá teimum í ár, og væntandi kunnu teir gera einar tveir sildatúrar aftrat, áðrenn kvotan verður uppi.
- Henda túrin hava vit fiskað eystanfyri Ísland og í íslendskum sjógvi. Her vóru eisini fleiri onnur føroysk skip, sigur Jógvan Ingvar Olsen, sum var skipari henda túrin.
Ungi maðurin er uppkallaður eftir abbanum á Toftum og er sonur Elisabeth Eldevig og Anfinn Olsen, sum bæði hava røtur úr føroyskum vinnulívi. Mamman vaks upp í Fuglafirði, har nógv vinnulívsvirksemi var, bæði á sjógvi og landi, og pápin fekk so sanniliga gott í beinið í barnaheiminum á Toftum.
Elisabeth og Anfinn lósu bæði fiskivinnufrøði á lærda háskúlanum í Tromsø í Noregi í 1980’unum, og lívsleiðin lagaði tað soleiðis, at tey saman fóru í holt við skiparakstur. Framherji, sum eigur Høgaberg, ið kom sum nýbygningur úr Skagen tíðliga í hesum árinum, telist í dag millum størstu samtøk í føroyskum vinnulívi.
- Jú, mær hevur altíð dámað væl at sigla, og kanska kunnu vit siga, at eg eri eitt sindur miljøskaddur, sum ungi skiparin brosandi tekur til.
Lesið samrøðu við unga skiparan í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar.
##med2##
##med3##
##med4##














