Emma Louise Arenshøj og Stine Olsen stovnaðu fyritøkuna Havdypp fyri hálvum triðja ári síðani. Emma hevur Psoriasis, og tí tolir hon ikki allar sápur.
- Eg fann útav, at húðin bleiv nógv ávirkað av, at eg brúkti flótandi sápu, sum hevði nógv kemisk evni og haldevni. Í flótandi sápuni, er eisini 80 prosent vatn, og tá er ikki nógv pláss eftir til føðslu. Eg noyddist allatíð at brúka krem og tablettir.
Umframt at síggja ein tørv á sápu til viðkvæma húð, dámar Emma og mamma hennara, Stine Olsen, væl at svimja á sjónum um veturin, og tí fóru tær at hugsa um, hvørt har var onkur sápa sum tær kunnu taka út við sær.
- Tá tú fert út at svimja, í ein hitapott og uttandura brúsu, kanst tú ikki brúka flótandi sápu, tí tað rennur út í náttúruna, og har eru nógv kemisk evni, sum gera skaða á náttúruna.
Tí kom hugskotið at gera eina sápu sum kann takast við allastaðni, og tær avgjørdu skjótt at seta fyritøku á stovn. Sápurnar eru gjørdar við rávørum úr Føroysku náttúruni.
- Vit brúka turkaðan tara, taraolju, og sólju, sum vit heinta beint áðrenn blómurnar følna, soleiðis at vit ikki taka nakað úr náttúruni.
##med2##
Eingin parfuma verður brúkt, bert náttúrligur angi, úr loftkvæmum oljum, tí tað hevur týdning, at øll kunnu brúka sápurnar.
Havdypp ger bæði sápur til hárið, kroppin og hendurnar. Sápurnar eru ikki flótandi, men í føstum skapi.
- Vit ynskja at fáa fleiri at hugsa um, hvat tey brúka á kroppin. Nógv fokus hevur verið á tí, sum vit eta, men tað er eisini týdningarmikið at hugsa um tað, sum vit koyra á húðina, tí húðin sýgur tað til sín, og tað verður upptikið í kroppinum.
Allar sápurnar verða gjørdar á Stykkinum. Í sethúsunum hava tær verkstað og ein snotiligan handil.
Á verkstaðnum verður tari, smør og kokusolja, sum er keypt frá føroyskum framleiðarum, hitað, til tað smeltar, og koyrt í formar. Hetta tekur tveir tímar, og síðani standa sápurnar og stadna í 3-4 vikur, soleiðis at tær fáa rætta ph virði.
- Tað tekur langa tíð til vøran er liðug, tí skulu vit allatíð hugsa um, hvat vit selja, eitt nú um 4 vikur. Tí onkuntíð hava vit sera nógv at gera, og síðani er stilli.
##med3##
Umframt at selja sápurnar á Stykkinum, verða tær eisini seldar á flogvøllinum, umborð á Norrønu, og í ymiskum handlum. Eisini ber til at keypa á nethandlinum hjá Havdypp.
Sølan er merkt av árstíð, men sum heild er sølan góð alt árið. Frá mars til oktober er nógv at gera, tá ferðafólk vitja, og undan jólum er eisini nógv søla.
- Vit halda summarferiu í januarmánað, sigur Emma og flennir.
Hon metir, at 70 prosent av kundunum eru føroyingar, og 30 prosent útlendingar. Nógv vitja í handlinum á Stykkinum, og nethandilin sendur til 21 lond, tí liggur væl fyri hjá ferðafólkunum at keypa, tá tey eru komin heim.
Navnið Havdypp er sett saman av danska orðinum Hav, og føroyska orðinum Dypp.
- Vit elska at dyppa, og tí hava tikið tað uppí, tað er ikki ein feilur at tað er við tveimum p. Fólk spyrja ofta, hvat tað merkir, og tað er gott, tá vit koma á danska marknaðin, tí fólk gerast forvitin, og ofta hava tey hoyrt um okkum.
Umframt at gera sápur, gera tær eisini keramik, eitt nú tey sera væl dámdu smáu føroysku húsini.
- Hesi plaga at vera útseld, tað er ótrúligt at vit hava nøkur í dag, sigur Emma tá hon vísir húsini.
##med4##
Einki eitir vikuskifti
At vera íverkseti er ein serligur lívsstílur,
- Eg elski tað, og haldi ikki eg kann fara aftur til at hava fast arbeiði.
Tvey fólk arbeiða hjá Havdypp, tað eru møðurnar Emma Louise Arenshøj og Stine Olsen, og tær arbeiða umleið 60 tímar um vikuna.
- Hetta er meira enn eitt fulltíðarstarv, og tú skal brenna fyri tí sum tú ger.
Emma Louise Arenhøj ynskir at stuðla og geva øðrum íblástur til at gerast sjálvstøðug vinnurekandi. Serliga ynskir hon at stuðla kvinnum, tí kvinnuligir íverksetarar eru í undurtali.
- Eg vil vera ein áminning um, at hevur tú ein dreym, sum tú kanska hevur gloymt, ber til at hyggja eftir okkum og síggja, at tað ber til at koma í gongd.
##med5##
Rávørur verða keyptar frá íverksetarum í Føroyum, tí Emma heldur, at tað er týdningarmikið at stuðla lokalu framleiðsluni.
Kortini var tað at gerast íverkseti ikki nakað sum Emma Louise Arenhøj hevði droymt um leingi frammanundan.
- Hugskotið kom brádliga, tá vit vóru úti og svumu, at vit vildu gera okkurt sum tók støðið í náttúruni í Føroyum, tí Føroyar eru eitt fantastiskt stað, og vit ynska at fáa fleiri vitjandi til Føroyar, men tað skal gerast burðardygt.
Ferðafólk úr fjarskotnum londum
Havdypp er ein nýggj fyritøka, men virksemið er nógv vaksið síðani stovnanina. Vøksturin sæst eitt nú á Heystfagnaðinum á Eiði, sum tey hava vitja seinastu trý árini.
- Fyri trimum árum síðani vóru vit júst byrjaði, og tá seldu vit umleið 50 sápur, árið eftir seldu vit 110 sápur, og í oktober í fjør seldu vit 300 sápur.
Umframt sølu av sápu, lata tær eisini dyrnar í snøggu húsunum á Stykkinum upp. Tá ferðafólk vitja blívur stovan til eitt yogarúm, og uttandura eru hitapottar og sauna.
##med6##
- Grannahúsini verða leigaði til gisting. Síðani koma tey her at gera yoga og royna hitapottar og sauna. Vit byrjaðu at skipa fyri hesum túrum í apríl fyri tveimum árum síðani.
Bæði føroyingar og útlendingar vitja, og ofta hava tey ferðast langt fyri at uppliva vælverðuøkið, ferðafólk eru komin heilt úr Hong Kong og USA, eftir at hava lisið um tað á netinum. Tað eru serliga fólk sum dáma útilív sum vitja, eitt nú bólkar við vetrarsvimjarum. Skipað verður fyri túrið til Havnar, at vísa ferðafólkunum føroyska list og handverk. Hetta er bæði ein góð uppliving hjá ferðafólkunum, og ein háttur at stuðla føroyskum veitarum av handaverki og list.
Tað ber eisini til at leiga vælveruøkið í tveir tímar, øll fáa skiftirúm, jakka, baðikápu, frukt og drekka, og hetta er eitt vælumtókt útferðarmál hjá eitt nú føroyskum arbeiðsplássum.
Emma Louise Arenshøj droymir um at fáa vørurnar longur út í heim og at røkka longur við boðskapinum um alt tað góða sum er at uppliva í Føroyum, men tað hevur týdning, at ferðafólkini ikki gerast ov nógv í tali, tí leggja tær seg eftir at gera færri túrar, men harafturímóti skulu teir vera góðir.
Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.
Les eisini um:
Fjord in.fo - fyrst og fremst
Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst
Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst
Boat.fo in.fo - fyrst og fremst
Testovuna Marin Malena in.fo - fyrst og fremst
Matbitan in.fo - fyrst og fremst
Rávøru in.fo - fyrst og fremst
Kvivikknit in.fo - fyrst og fremst
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##























