Trý klipp í Fuglafirði tí børn ikki sótu rætt íbundin

- Vit hava eisini givið trý klipp fyri ferð, og haraftrat fekk ein bilførari treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin

 

Tað hevur ikki verið tað heilt villa á skránni hjá løgregluni seinasta samdøgrið, men ferðsluløgreglan hevur gjørt kanningar í bygdum og á landsvegnum.

 

- Í Fuglafirði fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, tí børn undir 15 ár ikki sótu í trygdarbelti - ella ikki sótu rætt íbundin, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Ferðsluløgreglan var eisini Millum Fjarða, og her vórðu tveir bilførarar máldir at koyra ávikavist 109 og 113, og teir fingu báðir klipp í koyrikortið.

 

- Á Kollafjarðar-leiðini varð ein bilførari máldur at koyra 108, og hann fær eisini klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin.

 

Uppaftur verri gekk hjá einum bilførara í Sundalagnum, sum ferðsluløgreglan máldi at koyra 118, tí hetta gevur treytaða frádøming.

 

- Tað var ikki nógv fólk í býnum í Havn í nátt, og her gekk alt friðarliga fyri seg. Ein persónur, sum var drukkin, varð koyrdur heim, sigur løgreglan.