Savnandi prædika á ólavsøku

Tað er Jonhard Jógvansson, sóknarprestur, ið heldur ólavsøkuprædikuna í ár. Hann hevur eina savnandi prædiku í huga, men sannar, at ein ongantíð kann vera øllum til vildar.

Jonhard Jógvansson, prestur á Eiði, heldur ólavsøkuprædikuna 2026.

 

Jonhard Jógvansson er spentur, nú hann skal halda ólavsøkuprædikuna.

 

-Eg  eri sera spentur. Hetta er stórur møguleiki, stórur pallur, og kann eisini blíva ov stórt, men eg leggi meg eftir at prædika til hvønn einstakan. Tað hjálpir eisini uppá fjálturin, sigur Jonhard.

 

-Innihaldið er sum vanligt. Har er ein prædikutekstur at halda seg til, og prædikan tekur støði í tekstinum, men eisini í serstaka degnum, ólavsøku. Til dømis í hvønn týdning krossmerkið hevur fyri okkum. Eg takki Guði fyri, at hann setti tað upp okkara millum. Og so er tað hveitikornið, ið doyr, so tað kann bera miklan ávøkst. Hetta er Johannus, kap12, vers 24, og tá blívur tað persónligt, tí vit í kirkjuni eru ávøksturin, sigur Jonhard Jógvansson.

 

Tað er komið fyri, at prestar nýta stóra høvið at halda ólavsøkuprædiku til at leggja fram sjónarmið, ið øll ikki eru samd um, og sum tí kunnu skapa øsing, men spurdur um hetta, so væntar Jonhard ikki at hetta hendir í ár.

 

-Eg royni at vera savnandi í prædikuni, men neyvan eru øll altíð samd um alt. Ein kann ikki vera øllum til vildar, og at lata seg stýra av hesum er heldur ikki gott, metir Jonhard.

 

-Eg royni at vera so savnandi sum gjørligt, sigur Jonhard Jógvansson.

 

(Brot úr Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er til keyps kring landið. Har er samrøða við Jonhard, har vit hoyra um lívsleið og yvirhøvur koma inn á, hvør presturin er, ið prædikar á ólavsøku)