Seks bilførarar komu í felluna, tá løgreglan í gjár gjørdi ferðkanningar á tunnilsvegnum í Kollafyri á strekkinum millum tunnilsmunnan og rundkoyringina í Kollfjarðadali.
Teir koyrdu millum 105 og 134 km um tíman, har tann, sum koyrdi 134 fekk sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað merkir, at hann umframt eina stóra bót eisini skal taka koyrikortið av nýggjum innan eina ávísa freist.










