Silver League: Flogbóltskvinnurnar taptu greitt fyri Montenegro

Í morgin klokkan 17 spæla føroysku kvinnurnar móti Georgia

Mynd: FBF

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur spælt fyrsta dystin í Silver League á hesum sinni.

 

Fyrsti dysturin í bólki 1 í Montenegro var móti vertslandinum, Montenegro.

 

Montenegro vann ein greiðan 3-0 sigur. Frægast gekk í triðja settinum, har føroyska liðið fekk 15 bóltar í gólvið hjá Montenegro.

 

Føroyar-Montenegro 0-3 - 13-25, 10-25 og 15-25 - 1. dystur í bólki B í Silver League.

 

Í morgin klokkan 17 spæla føroysku kvinnurnar annan dystin í Silver League í Montenegro. Mótstøðuliðið í morgin verður Georgia. 

 

Mynd: FBF