Sjúkrabilur og læknaviðurskifti

Eg settist at skriva hesar reglur, tá fólkið kærdi sína neyð, nú sjúkrabilurin skuldi takast frá okkum.

Tá eg kom til arbeiðis gjáramorgunin, spurdi fíggjarleiðarin meg: Hevur tú skrivað nakað um sjúkraflutningin! Eg segði “nei”.

 

Men hetta var ikki sannheit. Eg hugsaði “tú er áveg út ígjøgnum hurðina, so tú skal tiga”. Men tað kann eg ikki!

 

Læknamiðstøðin á Sandi

Vit borgarstjórar vóru uppsettir at fáa læknaviðurskiftini í eina góða legu.

 

Vit bóðu um fund við Kaj Leo Holm Johannesen. Vit høvdu ein góðan fund. Landsstýrismaðurin segði, at læknaviðurskiftini skuldu ikki blíva verri í Sandoynni eftir tunnilin.

 

Men hetta bleiv ikki so.

 

So fingu vit stjórnarskifti og nýggja landsstýriskvinnu.

 

Vit fóru tveir borgarstjórar á fund við Margit Stórá, landsstýriskvinnu. Hetta var ein fundur fyri allar borgarstjórarnar í Føroyum, eg sjávur og Heri Sverrason vóru við. 

 

Eg helt, at lítið og einki kom burturúr.

 

Vit bjóðaðu landsstýriskvinnuni til Sands á fund. Jú, hon tók av og kom.

 

Vit byrjaðu fundin í hølunum hjá Sands kommunu. Her vóru allir borgarstjórarnir og tveir læknar møttir.

 

Vit fingu so føgur orð, at vit vórðu forfard. Lækna, sjúkrasystir, skrivara og aðrar fasilitetir, so vit vóru vísir í, at vit máttu byggja út.

 

Men vit hoyrdu einki aftur.

 

Vit borgarstjórarnir vórðu aftur um fund við Margit Stórá, landsstýriskvinnu, Heri, Linjohn, Jákup Martin, Poul Osmund og eg sjálvur.

 

Men nú varð tónin broyttur.

 

Margit var hamskift, nú kundu vit einki fáa. Fýra størv hjá lækna vóruð skorin niður til eitt. Læknin skuldi verða til arbeiðis millum 09-16 yrkadagar.

 

Eingin avloysaraskipan.

 

Síðan stakk hon nøsina í viðurskifti, hon einki hevur við at gera - ein sera vánaligur fundur, sum eg ikki tími at koma inn á.

 

Sjúkrabilurin – aftur eitt høgg eftir Sandoyar sýslu.

 

Tað er ikki meira enn hálvtannað ár síðan, at borgarstjórarnir fingu at vita, at ein sjúkrabilur aftrat mátti í Sandoynna. Hesin skuldi stationerast uttan fyri Læknamiðstøðina á Sandi.

 

Spurt varð, um kommunurnar kundu gjalda streymin, so bilurin altíð var klárur, sjálvandi vildu kommunurnar tað. 

 

Nú fer sjúkrahússtjórin út, sum ein onnur hetja og sigur, at hetta snýr seg ikki um pengar – men kanska prinsipp, tí bara ein bilur er tøkur á LS.

 

Síðan fortelja professararnir, hvussu leingi tað er at koyra úr Tórshavn í Sandoynna.

 

Teir gomlu plagdu at siga, at fáur lýgur meir enn helvtina, men jú - tað klárar leiðslan á LS.

 

Tit tveittu ein staba av fólki til hús, sum Friðfinn hevur lært upp.

 

Hví gjørdu tit tað, tá tit ikki spara pengar? Mangla tit ein sjúkrabil, selji so einar tríggjar spælibilar, so gongur tað væl.

 

Takið tykkum saman. Tit koma ongantíð í hálvan skógv av teimum her í oynni, tí tey eru í oynni til allar tíðir og rykkja út beinavegin. Hervið er tað bæði skjót og góð hjálp.

 

Læknarnir vóru í oynni, har var nokk at gera. Øll trý heimini, depilin og stórur partur av íbúgvunum eru eldri fólk.

 

Fólk í miðstaðarøkinum hava ikki øll fastan lækna, so tað kundi verið so líkatil, at Sandoyar Læknadømi kundi bjargað hesum.

 

Hvat læknanum og sjúkraflutningi viðvíkur, hava til skotið Sandoyar sýslu 150 ár aftur í tíðina!

 

Hvat hava tit samvirka til tað? Tit seta menniskjalív í váða.

 

Eg meini tað.

 

Gerhard Lognberg 

 

Skopun

 

Borgarstjóri og fyrrverandi løgtingslimur