Skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla

Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd, segði landsstýrismaðurin í skúlamálum á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, helt røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin. Mynd: Ólavur Frederiksen

– Eg fari at hyggja nærri at tilmælinum at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður.

 

Soleiðis segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, eitt nú í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin.

 

Tað sæst í grein í Skúlablaðnum, har røðan hjá landsstýrismanninum er endurgivin.

 

– Sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum og sum lærari í mong ár er tað mær ein stórur heiður at verða boðin at halda røðu á aðalfundi Føroya Lærarafelags. Fólkaskúlin er fremsti mál- og mentanarberi okkara, og við endamálsorðing síni leggur hann lunnar undir fólkaræðisliga hugsan, kristna siðvenju og føroyska mentan.

 

– Lærarayrkið hevur higartil verið mítt lívsstarv. Eitt starv, sum eg meti sera høgt, og sum eg veit hevur alstóran týdning bæði fyri einstaka næmingin og sum liður í samfelagsmenningini. Lærarayrkið krevur bæði empati og fakligan og námsfrøðiligan førleika. Sum lærari skalt tú fyrst og fremst møta einum barni, einum unglingi og einum flokki. Harumframt koma allar hinar uppgávurnar, sum eru tongdar at lærarayrkinum, segði Bárður á Lakjuni millum annað.

 

– Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Eg havi fingið eitt tilmæli um at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list, og hesum fari eg at hyggja nærri at og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður, og hvat er møguligt fíggjarliga, segði hann.

 

– Í vár varð eitt álit um sernámsfrøðiliga økið handað fráfarandi landsstýrismanni. Álitið viðger fleiri av teimum avbjóðingunum, sum fólkaskúlin hevur í dag og vísir á ymsar leiðir at styrkja m.a. sernámsfrøðiligu vitanina og stuðulin í skúlanum. Eg fari nú at seta meg nærri inn í arbeiðið og taka støðu til, hvussu farast kann víðari við teimum tilmælum, sum eru løgd fram. Samstundis er ein strategisk tilgongd sett í verk á sernámsøkinum við tí endamáli at styrkja samanhangin millum Sernám, Undirvísingarstýrið og tænasturnar til fólkaskúlan og dagstovnaøkið.

 

– Undirvísing í føroyskum sum annaðmál er eisini ein avbjóðing í fólkaskúlanum. Eg fari at hyggja nærri at skipanini og kanni í løtuni møguleikarnar at skipa ein móttøkuflokk í Tórshavn, har fleiri fremmandamæltir næmingar eru í skúlunum, segði Bárður á Lakjuni millum annað í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum leygardagin.

 

Lesið um røðuna hjá landsstýrismanninum í grein í Skúlablaðnum við at trýsta her

 

 

 

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, helt røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin. Mynd: Ólavur Frederiksen