SMS: Neistin vann stórsigur á VB

Í steðginum vóru bert tvey mál á muni

Mynd: HSF

Ein dystur er seinnapartin leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin stórsigur 33-19 á VB. Vágskvinnur vóru tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Neistin bert frammanfyri við tveimum málum, 12-10.

 

Ró Reginsdóttir var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum. Rúna M Jacobsen var við seks málum toppskjútti hjá VB.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dagsins dysti, og støðuna í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: HSF