Sølustevna í Trongisvági

Í døgunum 9. og 10. mai verður sølustevna í Trongisvági.

 

Hetta er árliga sølustevnan hjá Nýggjársnevndini á Tvøroyri.

 

Umframt ein hóp av luttakandi fyritøkum, so er mangt annað á skránni. Millum annað andlitsmáling, hoppiborgir, tattoo, rónleikainnsløg, ymsar kappingart og framsýning av gomlum akførum.

 

Opið er hesar dagarnar frá kl 12 til 19 í Ítróttarhøllini í Trongisvági.