Sonja drotning í Noregi noyddist í dag at avlýsa sína almennu skrá, tí hon hevur hjartaflimran.
Tað upplýsir talsmaðurin hjá norska kongshúsinum, Simen Løvberg Sund, fyri norska fjølmiðlinum Dagbladet.
88 ára gamla drotningin skuldi saman við Haraldi kongi og Haakon krúnprinsi hava tikið ímóti indiska forsætisráðharranum, Narendra Modi, sum er á embætisvitjan í Noregi.
Hon skuldi síðani hava luttikið á einum almennum døgurða saman við indiska forsætisráðharranum.
Men Sonja drotning varð í dag tikin úr skránni, sum tað stendur á heimasíðuni hjá norska kongsfamiljuni, skrivar Dagbladet.
Fyribils er bara mánadagsskráin avlýst, sigur Simen Løvberg Sund við Dagblaðið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sonja drotning hevur upplivað hjartatrupulleikar.
Á einum skíðtúri í januar 2025 fekk hon eisini hjartaflimran. Hon fekk síðani ein hjartastartara ílegu fyri at stabilisera hjartarytmuna.
Hjartaflimran er ein rútmuórógv í hjartanum, sum vanliga elvir til andadrátt, hjartabankan, svimjing og pínu í bringuni.
Kongligi serfrøðingurin hjá norska Se og Hør, Caroline Vagle, vísir á, at drotningin hevði nógv um at vera í síðstu viku.
– Í aldrinum hjá drotningini kanst tú vænta stórar og smærri heilsutrupulleikar, og vit vita eisini, at hon fyrr hevur havt hjartaflimran.
– Men samanumtikið kanst tú framvegis siga, at hon er óvanliga frísk og røsk, tá hugsað verður um, at hon nærkast 90 árum, sigur Caroline Vagle við norska Se og Hør.
Sunnudagin luttók Sonja drotning í hátíðarhaldinum av tjóðardegnum í Noregi.
Saman við Haraldi kongi, Hákoni krúnprinsi, Mette-Marit krúnprinsessu og Sverre Magnusi prinsi, hugdi hon eftir skrúðgonguni 17. mai frá svalanum á Kongshúsinum í Oslo.
Næsta punkt í kalendaranum hjá Sonju drotning er í næstu viku, tá hon fer ein tveir daga túr til Vestlands í Noregi.
/Ritzau/











